Fekk klipp fyri ólógliga yvirháling

Løgreglan kann ferðsluna við Gøtugjógv í gjár

Tá løgreglan í gjár kannaði ferðsluna við Gøtugjógv um hálvgum ellivutíðina í gjár, var ein bilførari tikin fyri ólógliga yvirháling. Hann koyrdi tvørtur um sperrulinjur á vegnum undir eini yvirháling, og fyri tað fær hann bæði bót og klipp í koyrikortið.

Á sama stað var eitt var illgruni um, at ein bilførari koyrdi ávirkaður av rúsdrekka. Løgreglan steðgaði bilinum, men har vóru fleiri fólk í bilinum, sum høvdu tosað ov nógv og bilførarin hevði ikki hugsavnað seg nóg væl um koyringina, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Har var einki rúsdrekka uppií.

Um 14 tíðina vóru boð av Sandi, har illgruni var um ein, sum koyrdi ávirkaður. Løgreglan fór á staðið at kanna málið, men fekk ikki fatur á viðkomandi bilførarar, so tað málið varð ikki avgreitt.

Av Ternuryggi í Havn komu boð um, at ein seks seyðir gingu í einum urtagarði. Aktingarmaðurin fekk boðini og tók sær av hesum.

Og so var tað ein, sum ringdi til løgregluna at boða frá, at ein súkkla hevði staðið við bústaðin hjá honum nakað leingi. Løgreglan fór við súkkluni. Vaktleiðarin sigur, at súkklan hevur eina brúna kurv framman, og um onkur kennist við hana, so er at ringja til løgregluna.