Hvat gert tú fyri at halda teg sunnan?
- Eg eri tilvitaður um matin, sum eg keypi og eti í gerandisdegnum. Mín vanligi kostur er fiskur, soltið kjøt, høsnarungi, egg og rótfruktir umframt grønmeti. Um hetta ikki ber til, skal tað helst verða økologisk vøra.
Tað sigur Gunnar Hjelm.
Hann vísir á, at hann roynir at hava fokus á feittinnihaldið í matinum og helst ikki eta eftir klokkan 21 á kvøldi.
- Mær dámar sera væl at venja um morgunin, áðrenn eg fari til arbeiðis umleið klokkan 06 - ella fari eg at venja beint eftir arbeiðstíð. Eg royni eisini at fara tíðliga í song, soleiðis at eg fái 6-7 tímar svøvn.
Gunnar sigur, at hann roynir at halda seg burtur frá sukri í gerandisdegnum.
Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?
- Tað er sera umráðandi fyri meg at vera virkin. Eg venji styrkivenjing og cardio fleiri ferðir um vikuna. Hetta gevur mær orku, bæði til arbeiðis og á heimafrontinum.
Hann sigur, at venjingin eisini gevur honum vælveru, soleiðis at hann kann loysa sínar uppgávur enn betur, tí alt kennist lættari, tá tú ert virkin.
- Eg elski at ganga í fjøllunum og njóta frísku luftina, og eg merki, hvussu gott eg havi tað, bæði likamliga og sálarliga. Mær dámar eisini at ganga ein langan túr - ella fara inn í Vælveru Fitness í ein tíma ella so.
Gunnar Hjelm heldur, at tann fysiski parturin og tann sálarliga heilsan púrasta hanga saman.
- Venjing er ein so stórur partur av mínum lívi, og eg dugi ikki at ímynda mær eitt lív uttan venjing - ella at vera ein partur av einum felagsskapi, har venjing og rørsla er gerandsdagur. Eg venji umleið fimm ferðir um vikuna, hálvan annan tíma um dagin og havi eg sett mær nøkur mál fyri framman, um heilsan verður.
Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at verða virkin?
- Fyri umleið 35 árum síðan setti eg fokus á fitness/bodybuilding í Føroyum, har eg í fleiri greinum greiði frá, hvussu gott tú hevur tað, tá tú íðkar ítrótt.
##med2##
Gunnar Hjelm ásannar, at hvørja ferð, hann hevur havt mótgond í lívinum, hevur hann vent aftur til venjingarhølið, har hann kundi fara inn í sína egnu verð.
- Eg føli eisini ein frið yvir mær, tá eg eri í umhvørvinum, og har vektir og fitness eru rundan um meg, føli eg meg heima.
Hann sigur, at hann vildi ynskt, at okkara politikarar tóku og raðfestu heilsuna hjá Føroya fólki hægri.
- Vit høvdu fingið eitt meira proaktivt samfelag, um vit høvdu rørt okkum meira, enn vit gera í dag. Um heilsugóður matur fór eini 20 prosent niður í prísi við lóg, so høvdu vit øll havt møguleika at livað og havt eitt betri og sunnari lív, enn vit hava í dag, sigur Gunnar Hjelm.
(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)
Lesið eisini:
Størsta takið er ofta at koma avstað - https://www.in.fo/news-detail/stoersta-takid-er-ofta-at-koma-avstad
##med3##