Ísraelskir stríðsvognar við nýggjum álopum á Gazabý

Palestinsk hjálparfólk meta, at fleiri fólk eru dripin í eystaru pørtunum av býnum, men hjálparfólkini sleppa í løtuni ikki til tey økini.

Í morgun verður sagt, at ísraelskir hervognar enn einaferð koyra inn í miðbýin í Gazabýi úr fleiri ættum. 

 

Íbúgvar í býnum siga, at ísraelsku álopini eru millum tey harðastu, síðan Ísrael gjørdi innrás í Gazageiran.

 

Palestinsk hjálparfólk meta, at fleiri fólk eru dripin í eystaru pørtunum av býnum, men hjálparfólkini sleppa í løtuni ikki til tey økini.

 

Sagt verður, at ísraelsku álopini serliga eru í forstøðunum, Tel Al-Hawa, Sabra, Daraj, Rimal og Tuffah í Gazabýi.

 

Sambært tíðindastovuni NTB sigur ísraelski herurin, at tey eru í holt við átøk móti undirstøðukervinum hjá vápnaðum palestinskum bólkum í Gazageiranum.