Flogbóltsfelagið á Toftum, Ternan er ársins ítróttarfelagsskapur.
Tað kunngjørdi Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu á Ársins Ítróttafagnaði í Løkshøll í Runavík.
Hini sum vóru innstillaði til heiðurin vóru Dartsamband Føroya og Hósvíkar Róðrarfelag.
Ternan var stovnað í 2010 og hevur 180 limir.