Jákup hevur skift tveir spælarar út

Ein broyting er á liðnum hjá EB/Streymi

Nú klokkan 15 hittast B68 og EB/Streymur á Svangaskarði. Tað eru tríggjar vikur síðani, at hesi bæði liðini vóru á Svangaskarði. Tá vóru ørindini at spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini, men dysturin varð avlýstur, tí tað var ov nógvur vindur. Hann verður spældur mikudagin 11. oktober.

 

B68 vísti framúr hugburð í Klaksvík mánakvøldið, tá ið úrslitið var 1-1. Síðani tá hevur B68 venjarin Jákup á Borg skift tveir spælarar úr. Annar er miðvallarin Ragnar Samuelsen, sum er leikbannaður, og hin er sentrali miðvallarin Sebastian Lau Nielsen. Nýggir eru Bárður Ó. Jensen, sum mánakvøldið varð skiftur inn lítla løtu undan leikloki. Hann hevur verið darvaður av brotnum tumli. Hin er framrættaði Villiam Emil Klein.

 

Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi hevur ein nýggjan spælara á liðnum sammett við síðsta sunnudag, tá ið EB/Streymur á heimavølli tapti 3-0 ímóti B36. Nýggjur maður er Virgar Jónsson, sum avloysir leikbannaða Filip Djordjevic.

 

EB/Streymur og B68 hava dystast tríggjar ferðir fyrr í ár. Í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini vann B68 3-0 í Hólmanum á Eiði. Í landskappingini endaði tað í fimta umfari málleyst, tá ið EB/Streymur var á Svangaskarði, og í 13. umfari vann EB/Streymur 2-0, tá ið B68 var í Hólmanum á Eiði.

 

 

 

B68: Benjamin Schubert – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Aleksandur Ó. Jensen, Hanus Højgaard, Alex  Mellemgaard, Mohamed Samba – Villiam Emil Klein, Jørgen Nielsen

 

EB/Streymur: Steven Van Dijk – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Virgar Jónsson – Dánjal Godtfred, Rógvi Egilstoft – Jákup Hummeland, Markus J. Hellisdal, Rani Berg í Soylu – Gutti Dahl-Olsen