Jákup Sverri Kass: Hetta er ein liður í grønu um­legg­ing­ini

– Vit hava arbeitt uppá hetta í eina tíð. Sønderborg og Danfoss hava í felag arbeitt við at gera Sønderborg Kommunu CO2 neutrala í 2029.

Tað sigur Jákup Sverri Kass, sum er flogvallarstjóri á flogvøllinum í Sønderborg í Danmark.

Hann sigur, at BMC (tað er Bitten og Mads Clausen Fonden) er grunnur hjá Danfoss, sum ger íløgur í endamál, sum eru til frama fyri Danfoss. Og tad er BMC sum eigur 50,1% av Sønderborg Lufthavn.

– Vit hava í 2024 gjørt íløgur í eitt nú banaljós, sum ger, at el-rokning okkara er farin niður við 74 prosentum. Vit hava keypt fyrsta el-rikna de-icara í danska kongaríkinum, vit súkkla heldur enn koyra, har tað ber til, vit fáa okkum fyrsta »virituella tornið« í kongaríkinum ístaðin fyri at byggja eitt nýtt (bygging útletur eisini CO2). Nýggja tornið verður ein mastur við vakmyndatólum, sigur Jákup Sverri Kass.

##med2##

 

– Vit hava installatiónir sum kunnu veita streym til el-flogfør. So í hesum førinum hevur okkara leiklutur verið at samskipa flúgvingina – og saman vid øðrum, at gjørt tað møguligt hjá BETA Technologies at fremja fyrstu innanríkisflúgingina í Evropa við miðvíst at arbeiða við grønum loysnum innan flogvinnuna, sigur Jákup Sverri Kass.

– Man kann siga at hetta er ein liður í grønu umleggingini, tí leggja vit nógv fyri at fáa tað til at bera til, sigur stjórin Sønderborg Lufthavn, Jákup Sverri Kass.

 

 

Trýst á greinina omanfyri fyri at lesa hana í størri formati