Fólkaflokkurin sleppur nú inn í hitan hjá Aksel

Aksel V. Johannsen avlýsti í dag gamla bannið hjá Javnaðarflokkinum at samstarva við Fólkaflokkin

Ein tann fyrsta fráboðanin hjá Aksel V. Johannesen, tá hann gjørdist formaður í Javnaðarflokkinum, var, at flokkurin ikki fór í samgongu við Fólkaflokkin.

 

Hetta var í 2012, og síðani tá hava teir ikki verið í samgongu saman.

 

Hendan støðan hevur fastlæst politisku skipanina á tann hátt, at vit hava fingið blokkpolitikk í Føroyum, har Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eru í øðrum blokkinum, og Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í hinum.

 

Í millum hesar flokkar eru so Framsókn og Miðflokkurin, sum av hesi støðu hava fingið nógv størri politiskt vald. So stórt, at lítli flokkurin Framsókn hevur tvey landsstýrisfólk. Undir síðstu samgongu fekk Miðflokkurin lovað tveir landsstýrissessir, men endaði við at fáa ein – men við tveimum stórum aðalráðum kortini.

 

Fer hendan støðan at halda fram, ella hevur Javnaðarflokkurin ætlanir um at bloyta viðurskiftini við Fólkaf lokkin?

 

Hendan spurningin setti Sosialurin løgmanni, Aksel V. Johannsen, í summar. Tá høvdu skilt, at Javnaðarflokkurin var við at bloyta upp fyri boykottinum av Fólkaflokkinum.

 

Til tað segði Aksel V. Johannesen, at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava so ymsar meiningar, at har er so langt millum flokkarnar, at teir hava so lítið at samstarva um í eini samgongu.

 

– Men hatta er ikki ein avgerð, sum eg havi tikið einsamallur. Handan avgerðin er tikin í floksleiðsluni hjá Javnaðarflokkinum, sum telur eini 40-45 fólk, sigur hann við Sosialin 19. juli í fjør. Og hann helt fram:

 

– Skal tann avgerðin broytast, so verður tað floksleiðslan, sum skal broyta hana, sigur hann.

 

– Men tað er eingin ivi um, at tað hevur stóran týdning, og er eitt av høvuðsmálunum hjá mær, nú eg havi verið løgmaður, at fáa breiðar semjur um fleiri stór mál, tí støðan í heiminum eru nógv broytt seinastu árini, har vit hava ein meira ótryggan og óstøðugan heim.

 

– Tí hevur tað týdning, at vit fáa nakrar politiskar avgerðir, sum eru breitt forankraðar í Løgtinginum, so tær ikki verða broyttar eftir hvørt val. Eg eri sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa Sambandsflokkin við bæði um málið um gongd í haga og tøkugjaldið, soleiðis at at vit kunnu fáa eina varandi skipan, segði løgmaður, sum vónaði tað sama í komandi tingsetu, har málið um Suðuroyartunnil verður eitt slíkt mál – og sum kunnugt fær málið um Suðuroyartunnilin undirtøku í øllum flokkum.

 

– Eitt er hvør situr í samgongu saman. Men at vit fáa breitt samstarv millum allar flokkar, eisini millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin í málum, sum hava avgerandi týdning fyri føroysku tjóðina, so vit fáa ein stabilitet, og ikki tað sum vit hava sæð alt ov nógv til i nógv ár, har nýggja samgonga bakkar alt aftur, sum undanfarna samgonga hevur gjørt, segði løgmaður.

 

Men eftir øllum at døma hevur Javnaðarflokkurin formliga broytt hesa avgerð. Í øllum førum boði Aksel V. Johannesen frá í formansfrágreiðing síni á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í dag, at Javnaðarflokkurin er sinnaður at samstarva við allar flokkar.

 

Hann segði soleiðis um samstarv við allar flokkar:

 

Summi mál eru ov stór til flokspolitiska togtogan og ov breið til einstaklingaprofilering. Okkara ríkisrættarliga støða er eitt av hesum.

 

Vit hava tí bjóðað øllum flokkum til borðs. Og ein semja er í eygsjón um ríkisrættarligu støðuna. Eisini eru útlit fyri breiðari semju um Suðuroyartunnilin.

 

Vit hava longu gjørt breiða semju um gongd í haga, tøkugjøldini hjá alivinnuni og náttúruverndarlógina.

 

Best hevði verið, um vit eisini kundu gjørt semjur um onnur viðurskifti. Sum eg segði í ólavsøkurøðuni, so eru vit til reiðar at førka okkum fyri at finna semjur.

 

Hóast ósemjurnar hava verið stórar viðhvørt, so krevur tíðarandin, at vit taka lógvatøk saman.

 

Kanska havi eg sjálvur verið við til at grava gjáir. Tað var neyðugt tá, eftir at høgravongurin syndraði vælferðina og framtíðar haldførið - og gjørdi seg inn á okkara kjarnuvirði um frælsi, javna og samhaldsfesti.

 

Hetta við at forskatta pensjónirnar, innføra flatskatt, foréra ríkidømið fólksins til nøkur fá, samstundis sum man bardist við hond og fót ímóti, at samkynd fingu sjálvsøgd borgararættindi.

 

Hetta vóru flokkar, sum eg ikki ynskti at skipa samgongu við. 

 

Men tíðir broytast.

 

Fólk broytast.

 

Trygdin í heiminum broytist.

 

Og vit hava risastórar avbjóðingar við haldførinum og harvið vælferðini.

 

So vit mugu duga betri at samstarva. 

 

Tí eri eg sinnaður at samstarva við allar flokkar á løgtingi í royndini at flyta okkara land fram á leið og at tryggja - og framtíðartryggja - vælferðina í Føroyum.