Stjórin í Nissan, Makoto Uchida (vinstrumegin) og stjórin í Honda, Toshihiro Mibe, høvdu felags tíðindafund 23. desember í fjør, har teir boðaðu frá, at teir fóru at byrja formligar samráðingar um eina samanlegging. - Mynd: Eugene Hoshiko/Ritzau Scanpix

Japansku bilrisarnir Honda og Nissan leggja ikki saman kortini

Samráðingarnar millum Honda og Nissan eru steðgaðar, eftir uppskotið hjá Honda um at gera Nissan til dótturfelag.

Stjórin í Nissan, Makoto Uchida (vinstrumegin) og stjórin í Honda, Toshihiro Mibe, høvdu felags tíðindafund 23. desember í fjør, har teir boðaðu frá, at teir fóru at byrja formligar samráðingar um eina samanlegging. - Mynd: Eugene Hoshiko/Ritzau Scanpix

Japansku bilframleiðararnir Honda og Nissan sleppa eini samanlegging, sum kundi skapt heimsins triðstørsta bilframleiðara.

Leysasøgur hava verið í seinastuni um, at samráðingarnar vóru steðgaðar, og í dag váttaðu tey bæði feløgini hetta.

Í felags tíðindaskrivi skriva tey, at tey eru samd um at skrotta semjussáttmálan viðvíkjandi samanlegging, sum tey undirskrivaðu fyri jól.

Ætlanin um at leggja saman varð av vinnuni sædd sum ein roynd hjá Honda og Nissan at fáa betri fótafesti á elbilamarknaðinum, har amerikanska Tesla og kinesiskar fyritøkur eru serliga sterkar.

Sambært japanskum miðlum kom klutur í samráðingarnar, tá Honda knappliga legði upp til at gera Nissan til dótturfelag.

Hetta dámdi ikki Nissan, hava fjølmiðlarnir skrivað.

Felagið er í kreppu og boðaði í fjør frá, at fleiri túsund starvsfólk skuldu sigast úr starvi.

Men bæði feløgini hildu fast um í desember, tá tey skrivaðu undir sáttmálan, at samanleggingin ikki var ein lívslinja fyri Nissan. Ein samanlegging fór at koma teimum báðum til góðar, varð sagt.

Í tíðindaskrivinum stendur ikki, hvat júst førdi til, at samráðingarnar vórðu steðgaðar.

Men tað er staðfest, at undir samráðingunum hevur Honda skotið upp at fara burtur frá upprunaligu ætlanini um at stovna eitt felagsfelag.

Í staðin hevur Honda skotið upp, at Nissan skal vera dótturfelag hjá Honda, stendur í tíðindaskrivinum.

Sjálvt um samanleggingin nú er slept, so fara teir báðir framhaldandi at hava eitt strategiskt samstarv um elbilar, verður sagt.

Samstundis bíðar Foxconn úr Taiwan í bakgrundini. Felagið segði so seint sum í gjár, at tað hevði stóran áhuga í einum samstarvi við Nissan.

Foxconn framleiðir elektronikk til nakrar av heimsins størstu tøknifyritøkum, eitt nú amerikanska Apple.

Hinvegin roynir taiwanska fyritøkan at koma inn á aðrar marknaðir. Ein teirra er elbilar, og her hava Nissan og Foxconn felags áhugamál.

Um neyðugt er at keypa ein part í Nissan, so eru vit opin fyri tí, segði formaðurin í Foxconn, Young Liu, mikudagin.

Nissan hevur ikki gjørt viðmerkingar til fráboðanina.

Ritzau/AFP