Eftir kommunuvalið 12. november í 2024 var greitt, at Javnaðarflokkurin í Tórshavnar kommunu fekk trý umboð í býráðið. Vit komu í samgongu við Tjóðveldi og Borgaralistan, og eftir samráðingarnar var úrslitið fyri Javnaðarflokkin sera gott.
Politikkur er ávirkan og at fáa tingini til at henda. Tí er tað altavgerandi at koma í samgongu. Valið gjørdist einki serligt fyri Javnaðarflokkin, men hóast laka valúrslitið, megnaðu vit at koma í eina lyklastøðu og hava fingið stóran part av okkara politisku hjartamálum við í samgongusamstarvið.
Somuleiðis hevur flokkurin fingið nógvar góðar formanssessir og sessir annars í býráðsnevndunum.
Við hesum sessum, umframt við góðari umboðan í hinum nevndunum, eru vit í eini sterkari støðu til at fremja tann politikkin í verki, sum vit lovaðu undan valinum: raðfesting av tænastunum innan kjarnuvælferð, fjølbroyttari bústaðir, rættvís atgongd til góð og mennandi frítíðartilboð, uppraðfesting av umhvørvisvernd og góðir karmar fyri vinnuna.
Javnaðarumboðini fingu varaborgarstjóran, umframt at vit fingu formanssess í fimm av níggju býráðsnevndum. Eisini fekk Javnaðarflokkurin sessin hjá Tórshavnar kommunu í SEV-stýrinum.
Nevndirnar við javnaðarumboði í formanssessinum eru Vinnunevndin, Havnanevndin, Tekniska nevnd, Heilsu- og eldranevndin og Umhvørvisnevndin.
Tórshavnar kommuna er ein væl rikin kommuna, og vit eru fegin um og errin av teimum mongu raðfestingunum og úrslitunum, sum vit hava framt tey seinastu nógvu árini. Serliga tey 16 árini, sum Javnaðarflokkurin hevur havt borgarstjóran.
Tað er gott at liva og virka í Tórshavnar kommunu, og tað kann altíð gerast betri. Tí Tórshavnar kommuna stendur ikki í stað, og vit eru nú spent uppá at halda fram við at mynda politikkin í høvuðsstaðarkommununi.
Tí eru vit í Javnaðarflokkinum fegin um at kunna taka enn eitt tørn á Vaglinum, hesaferð í samstarvi við Tjóðveldi og Borgaralistan, við eini framskygdari og spennandi samgonguavtalu sum grundarlagi undir politiska arbeiðinum.
Vit takka fyri álitið og fara við góðum treysti í holt við fýra ár afturat í samgongu í Tórshavnar býráð.
Heðin Mortensen, varaborgarstjóri
Bergur Robert Dam Jensen
Kristianna Winther Poulsen