Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen ferðaðust í dag til Trøndelag fyri at spæla dyst móti gamla liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Levanger legði seg á odda 1-0 longu í øðrum minutti. Fimm minuttir undan steðginum javnaði Ole Sveen fyri Mjøndalen.
Mjøndalen liggur næstaftast í deildini við 15 stigum, men tað eru bert tvey stig upp til fjórðaftasta plássið, so alt er at spæla fyri.
Komandi mánakvøld klokkan 18 spælir Mjøndalen dyst á útivølli móti Ranheim.
Annan dystin á rað fekk Gullbrandur Øregaard ikki spælitíð fyri Sandnes ULF. Men synd at siga, at tað gagnaði Sandnes, ið tapti 0-2 á heimavølli fyri Aalesund.
Sandnes er aftast í deildini við 14 stigum. So hetta eru ikki mest hugaligu dagarnir fyri føroyingarnir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Komandi mánakvøld klokkan 18 tekur Sandnes móti Stabæk á heimavølli.