Jean Dimon gavst og valnevndin skipað av nýggjum

Eftir kommunuvalið 12. november 2024, gjørdist greitt, at valnevndarformaðurin tey seinastu tvey valskeiðini, Jean Dimon, gavst í valnevndini. Jean minnist ikki júst nær hann byrjaði í valnevndini, men fyrstu mongu árini var hann hjálparfólk og tiltakslimur. Í 2016, tá Johan Joensen gavst í valnevndini og sum formaður, varð Jean valdur sum fastur limur í valnevndini og síðan eisini valdur til formann.

 

Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna á tvk.fo.

 

Jean hevur dámt sera væl at vera partur av valnevndini. Tað hevur, sambært honum, bæði verið stuttligt og spennandi og hann hevur havt gott fólk afturat sær. Tað hevur altíð gingið sera væl og nógv hevur verið lagt fyri í fyrireikingunum. Í hesum sambandi nevnir hann eisini, at valnevndin er sera takksom fyri stóru hjálpina, ið hon altíð hevur fingið frá Tvøroyrar kommunu.

 

Jean nevnir tíðina tá koronafarsóttin herjaði, sum eina heilt serliga tíð hjá valnevndini. Tá skuldi alt umskipast og tillagast strongu krøvunum hjá heilsumyndugleikunum og eyka fólk mátti kallast inn, bæði til fyrireikingarnar og til at avgreiða sjálvt valið.

 

Jean takkar Tvøroyrar býráð, ið valt hann til álitisstarvið og takkar eisini øllum teimum, ið hava verið partur av valnevndini, ta tíðina hann sjálvur hevur verið við.

 

JOHAN JOENSEN VIÐ FRÁ 1976 – 2016

 

Áðrenn Jean tók við, var tað Johan Joensen, ið sat sum valnevndarformaður. Johan sigur, at hann byrjaði sum hjálparfólk og tiltakslimur í 1976, tá Havgrímur Hammer, sáli, ikki fekk verið við vegna sjúku. Johan var við øll árini, inntil hann í 2008 gjørdist valnevndarformaður.

 

Johan dámdi sera væl valnevndararbeiðið, ið hann metir sum eitt satt álitisstarv, ið man ikki sigur nei til. Johan tók yvir sum valnevndarformaður, tá Finn Thomsen, sáli, gavst.

 

Tað var ein hugalig tíð, sambært Johan, har hann hitti nógv kend og áhugaverd fólk. Tey eldru lærdu frá sær og góvu víðari til tey yngru.

 

Johan minnist serliga eina hending frá einum vali í 1978. Tíðliga á morgni, tíbetur, tí lítið var í atkvøðukassanum, kom ein maður yvir til valkassan og blakaði ein gløðandi sigarettstubba niður í valkassan. Tíbetur stóð fólk beint við, ið hevði lykil til valkassan og hann varð skjótt latin upp, stubbin funnin og burturbeindur. Stubbin náddi ikki at festa í nakað, annars hevði verið galið og valið hevði gingið um.

 

Johan heldur eisini, at fyrr var tað meira hátíðarligt tá val var og fólk komu í fínastu klæðum. Uttanfyri valhølini gekk prátið lívliga og, onkuntíð, eisini hart fyri seg. Tá var vallistin eisini skrivaður við hon, ikki sum í dag, har alt er talgilt.

 

Johan minnist aftur á tíðina í valnevndini fyri tað góða og er takksamur fyri at hava verið ein partur av hesum.

 

MARIANN MIKKJKALSDÓTTIR VALNEVNDARFORKVINNA

 

Á skipanarfundifundi í valnevndini hin 22. januar, skipaði valnevndin seg av nýggjum. Nýggj forkvinna er Mariann Mikkjalsdóttir, ið til dagliga starvast sum lærari í Tvøroyrar skúla – eins og Johan og Jean gjørdu, tá teir tóku við formanspostinum. Mariann er 35 ára gomul og búsitandi í Trongisvági.

 

Á hugnaligari samkomu í býráðssalinum í dag, takkaði borgarstjórin, Kristin Michelsen, Jean og Johan fyri trúgva tænastu hesi seinastu mongu árini og gav teimum eina viðurkenning.

 

Tvøroyrar kommuna ynskir eisini Mariann Mikkjalsdóttir, og valnevndini, bestu eydnu við valnevndararbeiðinum, skrivar tvk.fo.

 

Fleiri myndir eru at síggja á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook, sí her