Franski politikarin, Jean-Marie Le Pen, sum stovnaði flokkin Front National, er deyður, upplýsir familja hansara sambært AFP.
Í 1972 stovnaði Jean-Marie Le Pen flokkin Front National, sum er ein sterkur flokkur í Fraklandi. Hann doyði týsdagin.
Le Pen, sum hevði verið á viðgerðarstovni í fleiri vikur, doyði á middegi týsdagin "við sínum kæru kring seg". Tað sigur familjan í eini fráboðan.
Le Pen stovnaði Front National flokkin í 1972 sum mótspæl til tað, sum hann metti vera eina vaksandi sosialismu í Fraklandi.
Í 2011 tók Marine Le Pen, dóttir hansara, við leiðsluni í flokkinum, sum síðani hevur broytt navn til Rassemblement National.
Ungi Jordan Bardella hevur tikið við formanssessinum í flokkinum, men Marine Le Pen er framvegis ein avgerandi persónur.
/Ritzau/