34 ára gamli Jóhan Eli Poulsen, fyrrverandi løgtingsmaður, hevur havt eitt hendingaríkt lív. At síggja til eitt gott lív, men tað er ikki sannleikin. Hann stríddist í mong ár við misnýtslu av rúsdrekka, og einaferð var tað komið har til, at hann umhugsaði at gera enda á sær.
Hesum greiðir hann frá í samrøðu við Sosialin.
Í 2018 leitaði Jóhan Eli Poulsen sær hjálp á Blákrossheiminum, tí hann var komin heilt út á eggina og stardi niður í dýpið. Hann umhugsaði at gera enda á sær, men lukkutíð gjørdi hann tað ikki.
– Blákrossheimið bjargaði mær og er høvuðsorsøkin til, at eg havi eitt gott lív í dag við góðari samvitsku, sigur Jóhan Eli Poulsen, sum hevði samvitskubit hvønn einasta dag, áðrenn hann gavst at drekka, sigur Jóhan Eli Poulsen í rættiliga opinskáraðari samrøðu í Sosialinum.
– Eg hevði sannført meg sjálvan so nógv um, at tað var Guds ætlan, at eg skuldi ganga fullur og snakka við full fólk um sjálvan Gud, sigur hann millum annað í samrøðuni.
Lesið eisini um Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum, sum fylti 100 ár. Bróðirsonur hansra, Tórður Mikkelsen, 'Tórður á Túri', skrivar honum eina føðingardagsheilsan í Sosialinum.
Lesið eisini um venjaraskiftið hjá fótbóltslandsliðnum hjá monnum, sum nú er undir leiðslu av Eyðuni Klakstein við hjálp frá Atla Gregersen.
Eisini er samrøða við Marjun á Fríðriksmørk Berbisá á Strondum, sum heldur, at tað er neyðugt við javnari kynsumboðan í kommunustýrunum.
Stigtakarar til nýggja kvinnulistan í Sjóvar Kommunu halda, at tað er alneyðugt við javnarði kynsumboðan í politikki. Við seinasta val varð eingin kvinna vald í kommunustýrið, og tað má ikki henda aftur, halda tær.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið – og haldara kunnu lesa blaðið á sos.fo