Jørgen og misskiljingarnar

Eg vil gjarna takka Jørgen Niclasen fyri høvið at greiða frá nøkrum misskiljingum um alivinnuna og tilfeingisgjøld, tá hann í lesarabrævi hósdagin helt, at vinstravongurin ætlar at taka allar pengarnar frá alivinnuni. Hetta er sjálvandi ikki rætt, og av tí at eg havi skrivað nógv um alivinnuna í valstríðnum, skal eg greiða frá nøkrum av misskiljingunum.

 

 

 

Misskiljing 1: “Vinstravongurin vil plyndra alivinnuna

 

Alivinnan hevur sera stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og hon má sjálvandi hava góð og trygg kor. Hon hevur síðstu árini sanniliga víst sítt virði við dugnaligum starvsfólkum og framskygdari leiðslu, sum hevur tryggjað føroyska búskapinum ein árligan útflutning upp á fleiri milliardir. Hóast hetta skal alivinnan rinda tað fyri okkara firðir, sum hesir eru verdir. Um virðið á firðunum er 100 mió.kr., so skal alivinnan rinda 100 mió.kr., og er virðið 500 mió.kr., skal alivinnan rinda 500 mió.kr. – men heldur ikki eina krónu meira. Hinvegin, fer virðið á firðunum niður, skal alivinnan sjálvandi eisini rinda tað minni. Man kann samanbera hetta við eina húsaleigu, har leigarin er noyddur til at rinda marknaðarvirðið á hølunum, sum leigað verða. Avbjóðingin er so, at man ikki skrúvar upp og niður upp á gjøldini eftir tørvi, men at gjøldini verða ásett eftir nøkrum objektivum kriterium, sum bæði vinna og land kunnu fyrihalda seg til.

 

 

 

Misskiljing 2: “Alifyritøkurnar í Føroyum hava seinnu árini brúkt meira pening til íløgur, enn tær hava havt í yvirskoti”

 

Tað er púra vanligt, at fyritøkur gera íløgur, sum eru størri enn eitt yvirskot. Hotellvinnan hevur til dømis gjørt íløgur fyri fleiri hundrað milliónir bara í Havn síðstu fáu árini, men yvirskotini hjá hesi vinnu hava tó ikki verið nær námind hesum hundraðtals milliónum. Tí er hetta ein virðisleys, onkisigandi og villeiðandi útsøgn.

 

 

 

Misskiljing 3: “Vinnan vil sjálvandi steðga við ivasomum royndum”

 

Alivinnan ger bara íløgur, um hon metir, at hesar fara at geva avkast í framtíðini. Um ein íløga er serliga vágamikil, er tað, tí fyritøkan trýr upp á møguleikan at fáa eitt serliga høgt avkast. Vinnan gevst einans við “ivasomum royndum”, um hon ikki trýr upp á eitt framtíðar avkast av henni, og tað skal hon hava sín fulla rætt til.

 

 

 

Misskiljing 4: “Um vit velja vinstravongin, minkar kakan úr alivinnuni, og minni er til øll”

 

Um landið fær tað fyri firðirnar, sum hesir eru verdir, er MEIRA til øll – tað skuldi sagt seg sjálvt. Nú fleiri politikarar ynskja at geva alivinnuni árligan stuðul upp á hundraðtals milliónir í náttúruríkidømi, hví so ikki eisini bara stuðla alivinnuni við reiðum peningi? Men tað hevði jú verið púra burturvið, og í veruleikanum er ongin munur á at lata stuðul í náttúruríkidømi og í pengum. Satt at siga fær alivinnan ENN meira stuðul frá landinum, tí hon fær somuleiðis ein órímiligan stuðul úr fiskavirkisskipanini hjá ALS, umframt at føroysku skipini hjá tí eini alifyritøkuni eru í FAS, sum kostar landskassanum tíggjutals milliónir árliga. 

 

 

 

Misskiljing 5: “Fólkaflokkurin vil hava kakuna størri”

 

Landið skal sjálvandi fáa nøkur rímilig køkustykki, tá landið nú hevur givið føroysku alivinnuni heimsins besta bakarí. Á henda hátt tryggja vit eisini, at fleiri køkustykki ikki verða send av landinum, men verða verandi í føroyska samfelagnum.

 

 

 

Samanumtikið vil eg siga, at fær landið tað inn fyri okkara firðir, sum hesir eru verdir, hevur alivinnan minni eftir – eins og øll onnur hava minni eftir, sum rinda húsaleigu. Hava fyritøkurnar í alivinnuni tørv á meiri fígging til at gera íløgur, so kunnu tær gera sum allar aðrar fyritøkur: Taka lán ella fremja eina kapitalhækking. Tá tað er sagt, hevur alivinnan sera stóran týdning fyri okkara samfelag, og hon skal sjálvandi hava góð og trygg kor. Somuleiðis er ordiliga gott, at alivinnan ger íløgur – hesar skulu bara ikki fíggjast við stuðli frá landinum.

 

 

 

Óli Jákup Jacobsen

 

Valevni hjá Javnaðarflokkinum