Kallsberg er fremsti maður

B36, sum bara saknar ein spælara, er í heilt stinnari útgávu

Klokkan 15 fer Rúni Gaardbo at bríksla fyri fyrstu ferð í Gundadali, har B36 í góðveðrinum hevur vitjan av Víkingi. Tað er nummar trý, sum eigur heimavøll ímóti nummar fýra.

 

Í fyrsta umfari var tað óvæntað, tá ið B36 fór úr Sarpugerði við 3-0 sigri.

 

Víkingur hevur 21 stig, og tað hevur verið eitt sindur upp og niður. Fyri viku síðani endaði tað á heimavølli 1-1 ímóti B68, sum fyri aðru ferð í ár vann stig frá Víkingi.

 

Hjá B36, sum hevur 27 stig, eru allir spælararnir tøkir uttan Erlendur Magnusson, sum seinastu vikurnar hevur verið darvaður av knæskaða.

 

Hjá Víkingi er Poul Kallsberg í dag fremsti maður, meðan Martin Klein Joensen og Finnur Justinussen eru á beinkinum, og Andreas Lava Olsen framvegis er skaddur. Ingi Jonhardsson er eisini skaddur.