Kekkia droymir um eina endurtøka av 1996

EM24: EM-silvurvinnararnir frá 1996 vunnu seg víðari til endaspælið við millum annað at vinna tvær ferðir móti Føroyum

Mynd: (David W Cerny/Reuters/Ritzau Scanpix) Andrias Edmundsson í dysti móti Kekkia í fjør

EM-silvurvinnararnir frá 1996 vunnu seg víðari til endaspælið við millum annað at vinna tvær ferðir móti Føroyum. Kekkia endaði aftan fyri Albania í undankappingarbólkinum. Kekkia skifti eisini venjara fyri kortum og Ivan Hasek er nýggjur maður við róðrið.

 

Hann var eisini landsliðsvenjari í fimm dystir í 2009. Hann hevur fyri tað mesta arbeitt í miðeystri, har hann millum annað hevur verið landsliðsvenjari hjá Libanon.

 

Hetta kekkiska liðið kemur ikki upp á knøini á liðnum frá 1996 og árini eftir, tá Kekkia var at rokna sum eitt av sterkastu londunum í Evropa. Tó telur hópurin spennandi spælarar. Patrik Schick hevur júst vunnið Bundesliguna við Bayer Leverkusen og skoraði eisini eitt tað flottasta málið til seinasta EM-endaspælið, tá hann næstan frá miðjuni sendi bóltin í skotska málið.

 

Stjørnuspælarin er Patrik Schick. Valdur til besta kekkiska spælaran í bæði 2021 og 2022. Álitið í álopinum og bundesligavinnari við Bayer Leverkusen. Patrik Schick hevur stóran týdning fyri kekkiska liðið. Hann hevur størri stjørnustatus enn Tomas Soucek, hóast báðir fylla nógv. Áleyparin hevur eitt mál fyri hvørjar tveir dystir á landsliðnum. Helst skal hann hava minst tvey mál í trimum teimum fyrstu fyri at koma víðari.

 

Tey flestu, sum fylgja væl við í Premier League, kennast við navnið Tomas Soucek. Hann spælir á miðjuni hjá West Ham og er royndasti maðurin á liðnum. Eisini bakkurin, Vladimír Coufal, spælir við West Ham.

 

Kritikkurin hevur heglað omanyvir kekkiska landsliðið seinastu árini. Tað kostaði Jaroslav Silhavy starvið fyrr í ár. Ivan Hasek hevur í størri mun valt ungar spælarar, sum eru svangir eftir at vísa seg fram.

 

Fyri uttan nakrar av stjørnuspælarunum, so er talan ikki um teir fínastu bústaðirnar í Evropa. Tað kann merkjast til eitt endaspæl, um ov nógvir spælarar spæla á lægri stigi enn mótstøðuliðið. Tí kann Kekkia fáa tað torført í summar, um eitt nú Patrik Schick ikki skorar okkurt óvæntað og flott mál. Kekkia skal vinna á Georgia og helst fáa stig móti Turkalandi fyri at koma víðari. Tað ber til, men tað verður í besta føri til eitt pláss í 1/8-finalunum.

 

Føroyar hava spælt sjey ferðir móti Kekkia og tvær ferðir móti Kekkoslovakia. Felags fyri allar dystirnar er, at Føroyar hava tapt. Vit hava heldur ongantíð skorað móti hvørki Kekkia ella Kekkoslovakia. Vit hava tapt samanlagt 24-0.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Jindrich Stanek (Slavia Prag)

 

Vítezslav Jaros (Sturm Graz)

 

Matej Kovár (Leverkusen)

 

Verjuspælarar:

 

Vladimír Coufal (West Ham)

 

Robin Hranác (Plzen)

 

David Zima (Slavia Prag)

 

David Jurásek (Hoffenheim)

 

Tomás Vlcek (Slavia Prag)

 

Tomás Holes (Slavia Prag)

 

David Doudera (Slavia Prag)

 

Ladislav Krejci (Sparta Prag)

 

Martin Vitík (Sparta Prag)

 

Miðvallarar:

 

Antonín Barák (Fiorentina)

 

Tomás Soucek (West Ham)

 

Pavel Sulc (Plzen)

 

Lukás Provod (Slavia Prag)

 

Ondrej Lingr (Feyenoord)

 

Lukás Cerv (Plzen)

 

Matej Jurásek (Slavia Prag)

 

Václav Cerny (Wolfsburg)

 

Petr Sevcik (Slavia Prag)

 

Álop:

 

Adam Hlozek (Leverkusen)

 

Tomás Chory (Plzen)

 

Mojmír Chytil (Slavia Prag)

 

Patrik Schick (Leverkusen)

 

Jan Kuchta (Sparta Prag)

 

Venjari: Ivan Hasek

 

Mynd: (David W Cerny/Reuters/Ritzau Scanpix) Andrias Edmundsson í dysti móti Kekkia í fjør