Kelda: Ísrael og Libanon næst samd um vápnahvíld

USA trýr uppá eina avtalu millum Ísrael og Libanon. Vit eru á málstrikuni, men eru ikki farin um hana, sigur keldan.

Libanesisk fólk standa í leivdinum eftir enn eitt ísraelskt loftálop á sunnara forstaðin í høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut, mánadagin. Meira enn eitt ár í kríggi millum Hizbollah og Ísrael hevur kostað fleiri enn 3.500 fólkum lívið í Libanon. - Mynd: Emilie Madi

Sambært einum høgum amerikanskum embætismanni hava Ísrael og Libanon gjørt eina avtalu um treytirnar fyri vápnahvíld í stríðnum millum Ísrael og Hizbollah.

Hetta skrivar netmiðilin Axios.

- Vit halda, at vit hava eina avtalu. Vit eru á málstrikuni, men vit eru ikki farin um hana enn, sigur keldan við Axios.

- Ísraelska stjórnin skal góðkenna avtaluna í morgin, og okkurt kann altíð ganga galið fyri ta tíð.

Hvørki Ísrael, Libanon ella Hizbollah-rørslan hava alment boðað frá, um ein avtala er komin uppá pláss.

Men fundur í trygdarráðnum hjá ísraelsku stjórnini er lýstur til týsdagin.

Sambært tíðindastovuni Reuters sigur sendiharrin hjá Ísrael í USA, at semja má fáast í lag innan fáar dagar.

Fyrr mánadagin boðaði ísraelska stjórnin frá, at partarnir eru á veg móti vápnahvíld, men at enn eru ógreidd mál.

Uttanríkisráðharrin í landinum, Gideon Saar, sigur, at ein avtala um vápnahvíld verður treytað av, at tvær týðandi treytir verða hildnar.

- Tann fyrra er, at Hizbollah verður forðað í at flyta seg suður um ánna Litani, og tað seinna er, at Hizbollah er forðað í at endurbyggja sína styrki og endurbrynja seg um alt Libanon, sigur Saar.

Í síðstu viku boðaði amerikanski sendiharrin í økinum, Amos Hochstein, frá munandi framgongd.

Keldur í Libanon vístu mánadagin varligt bjartskygni, men søgdu seg ikki hava álit á ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu.

- Pílurin peikar ímóti eini avtalu, men bert í lítlan mun, tí einum persóni sum Netanyahu kanst tú ikki hava álit á, sigur næstformaðurin í parlamentinum í Libanon, Elias Bou Saab.

 

Ritzau/Reuters

 

Libanesisk fólk standa í leivdinum eftir enn eitt ísraelskt loftálop á sunnara forstaðin í høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut, mánadagin. Meira enn eitt ár í kríggi millum Hizbollah og Ísrael hevur kostað fleiri enn 3.500 fólkum lívið í Libanon. - Mynd: Emilie Madi