Samráðingarnar um Ukraina, sum skulu vera í Istanbul í Turkalandi hósdagin, byrja eftir ætlan umleið klokkan 10 lokala tíð - klokkan 8 okkara tíð.
Tað upplýsir ein ónevnd kelda við vitan um málið fyri russisku tíðindastovuni Tass.
Sambært kelduni verða samráðingarnar á Dolmabahçe Palace, og hurðin verður stongd fyri pressuni, leggur fráboðanin afturat.
Umboð fyri Russland og Ukraina hittast í dag í Istanbul fyri at royna at finna eina loysn á krígnum í Ukraina.
Í gjárkøldið almannakunngjørdi russiska stjórnin ein lista yvir umboð, sum hon sendir til samráðingarnar - og forsetin í landinum, Vladimir Putin, stóð ikki á listanum.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, fór í gjárkvøldið til turkiska høvuðsstaðin, Ankara.
Sambært Reuters hevur tó ein ónevndur ukrainskur embætismaður upplýst, at Zelensky hevur sagt, at hann bert fer at luttaka í samráðingunum, um Putin eisini luttekur.
Ritzau/Reuters