Keypmannahavn tapti fyri botnliði

Seinasta hálvatriðja minuttin mistu Pernille Brandenborg og liðfelagarnir sigurin úr hondum

Fríggjakvøldið spældu landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Á vitjan var botnliðið, Bjerringbro, og var Keypmannahavn stórur favorittur til at vinna dystin. Tá hálvurtriði minuttur var eftir av dystinum var Keypmannahavn á odda 26-25. Men hesa seinastu løtuna skoraði Bjerringbro trý mál uttan, at Pernille og liðfelagarnir megnaðu at svara aftur. Sostatt vann Bjerrringbro dystin 28-26. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 12-10. 

 

Pernille skoraði trý mál og vann liðnum tvey brotskøst.

 

EH Aalborg uttan Lív S. Poulsen og Anniku F. Petersen á liðnum tapti á útivølli 28-33 (14-18) fyri Silkeborg-Voel.

 

Seinnapartin klokkan 13 í dag spæla Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg dyst á útivølli móti Aarhus.

 

Støðan: 

 

Nr.Lið: DystirStig
1Odense 1938
2Ikast-Herning1934
3Team Esbjerg1932
4Nykøbing-Falster1927
5Viborg1824
6Keypmannahavn 1922
7Sønderjyske 1919
8Horsens 1912
9Silkeborg-Voel 1912
10Aarhus Håndbold 1810
11Bjerringbro1910
12Ringkøbing 199
13Skanderborg 199
14EH Aalborg 196