Virðisløntur leikstjóri ger filmar á iPhone

Tað er avgjørt ikki av leti, at nýggi filmurin hjá rumenska filmsleikstjóranum Radu Jude varð tikin upp á iPhone uppá bert tíggju dagar.

Rumenski leikstjórin Radu Jude á filmstevnuni í Berlin. Nýggjasti filmur hansara varð tikin upp uppá einar tíggju dagar við eini iPhone. - Mynd: Stefanie Loos/Ritzau Scanpix

- Tað er eitt val. - Tú kanst leita eftir nógvum pengum, so tú kanst gera ein behagiligan film, men eg vildi hava hann at ganga hin vegin, segði Jude við AFP á altjóða filmsstevnuni í Berlin.

Rumenski leikstjórin hevur áður vunnið virðislønina Silver Bear á filmsstevnuni.

Filmurin "Continental '25" er ætlaður sum ein samfelagskritikkur av búskapinum í Rumenia.

Sambært leikstjóranum endurspegla stílurin og humorurin í filminum lívsveruleikan hjá teimum flestu.

Minimalistiski iPhone-filmurin er tikin upp í rumenska økinum Transylvania og byggir á eina søgu, sum Radu Jude las í einum blaði fyri nógvum árum síðani.

 

/Ritzau/

 

Rumenski leikstjórin Radu Jude á filmstevnuni í Berlin. Nýggjasti filmur hansara varð tikin upp uppá einar tíggju dagar við eini iPhone. - Mynd: Stefanie Loos/Ritzau Scanpix