Meinhard og Kolding vunnu fyrsta kappingardystin í 2025

Kolding er nummar seks í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding vunnu fyrsta kappingardystin í 2025.

 

Tíðliga seinnapartin vann Kolding í torførum útidysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini 1-0 á Esbjerg. Í 23. minutti skoraði Frederik Møller sigursmálið hjá Kolding.

 

Meinhard var við frá dystarbyrjan og spældi allan dystin.

 

Við sigrinum klatraði Kolding upp á týðandi sætta plássið, ið gevur atgongd til ovara endaspælið við lokið grundspæl. Samstundis sendi Kolding liðið hjá Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen, Hillerød niður á sjeynda plássið.

 

Kolding hevur 27 stig og Hillerød hevur 25 stig.

 

Í morgin klokkan 14 tekur liðið hjá Mattiasi H. Lamhauge, Fredericia móti HB Køge á heimavølli. Fredericia er næstfremst í  deildini við 37 stigum.