Video: Umvælingar vegna áarlop í januar 2025

Virkisdeildin hjá Landsverk arbeiðir nú við umvælingum orsakað av áarlopum kring landið.

Landsverk hevur á sína heimasíðu lagt út upptøkur, har tað sæst, hvussu mongu og ógvusligu áarlopini heva gjørt um seg, og hvussu Landverk arbeiðir við at bøta um skaðarnar.

 

Virkisdeildin hjá Landsverk arbeiðir nú við umvælingum orsakað av áarlopum kring landið, skrivar Landsverk.

 

Um ársskiftið var nógvur kavi, og 12. januar fór tað at regna illa. Áarføri var og fleiri áarlop vórðu skrásett. Tað krevur nógva tíð og arbeiðsorku at rudda.

 

Í februar 2022 var eitt stórt skriðulop á Elduvíkarvegnum og fylgjurnar síggjast enn í dag. Tað tekur leingi at bøta um vegirnar, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari, skrivar landsverk.fo.

 

video sæst her: Video: Umvælingar vegna áarlop í januar 2025