Kina váttar nú at eiga fangar í Ukraina

Reuters veit at siga, at Kina higartil bara hevur umrøtt kinesisku krígsfangarnar sum kinesiskar ríkisborgarar - og ikki sum hermenn

 

Í gjár segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at ukrainski herurin nú eisini berjist ímóti kinesiskum hermonnum í Ukraina.

 

Áður hevur nógv verið frammi um, at Norðurkorea hevur hermenn í Russlandi og Ukraina, sum berjast á russiskari síðu.

 

Sambært Reuters váttar Kina nú, at landið hevur tveir kinesiskar ríkisborgarar, sum sita fangar í Ukraina.

 

Eitt talsfólk fyri kinesiska uttanríkisráðið, Lin Jian, heitir á kinesiskar ríkisborgarar um at halda seg burtur frá vápnaðum stríði.

 

Reuters veit at siga, at Kina higartil bara hevur umrøtt kinesisku krígsfangarnar sum kinesiskar ríkisborgarar - og ikki sum hermenn.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/zelenskyj-vit-hava-kriggjast-moti-kinesarum