Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget spældu í dag dyst á útivølli í Tróndheimi móti oddaliðnum í bestu norsku hondbóltsdeildini, Kolstad.
Kolstad kappast í Champions League, og Kjartan og liðfelagarnir fingu eisini sína søk fyri í Tróndheimi í dag.
Kolstad vann stórsigur 42-24. Í steðginum var heimaliðið á odda 20-12.
Kjartan skoraði trý mál og legði upp til fýra mál.
Bækkelaget er fjórðaftast í deildini við sjey stigum fyri 13 dystir.
Seinasti dysturin hjá Bækkelaget verður á heimavølli, leygardagin 16. desember. Tá kemur liðið hjá Bjarna í Selvindi og Tróndi Mikkelsen, Kristiansand á vitjan.
Eftir tað fer besta norska deildin í vetrar og HM-steðg.