Kjósin var stavnin undan Fípuni Føgru

5-mannafør kvinnur: Nú er Kjósin tvey stig undan teimum í Klaksvík í kappingini um FM heitið

Mest spennandi kappingin í dag var tað, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust. Tá ið tað varð farið undir endaspurtin, var Kjósin úr Kollafirði ein hálvan skut undan Fípuni Føgru úr Klaksvík. Í endaspurtinum styttist teirra millum, og tá ið teir báðir fremstu bátarnir fóru um málið, var Kjósin ein stavn og kanska bara ein hálvan stavn undan Fípuni Føgru.

 

Sigurin í dag ber við sær, at Kjósin úr Kollafirði nú er favorittur á ólavsøku at vinna FM. Kjósin hevur 40 stig, og Fípan Fagra hevur 38 stig.

 

Leikalind hjá Róðrarfelagnum Tindi í Eysturkommunu var klárt nummar trý, og Tjaldrið var klárt nummar fýra.

 

1 Kjósin (KÍF)05:39.21+00.007 
2 Fípan Fagra (KRF)05:39.27+00.066 
3 Leikalind (TIND)05:43.24+04.035 
4 Tjaldrið (NSÍ)05:47.36+08.154 
5 Erla Kongsdóttir (ÍF)05:49.12+09.913 
6 Svanur (Skála)05:50.47+11.262 
7 Blikur (AR)05:53.28+14.071 
8 Havfrúgvin (VÍF)06:03.11+23.900 
9 Spógvin (NSÍ)06:25.32+46.110
1 Kjósin (KÍF)640 
2 Fípan Fagra (KRF)638 
3 Leikalind (TIND)628 
4 Tjaldrið (NSÍ)622 
5 Erla Kongsdóttir (ÍF)621 
6 Svanur (Skála)610 
7 Blikur (AR)69 
8 Havfrúgvin (VÍF)50 
9 Spógvin (NSÍ)50

 

https://rsfurslit.fo/

 

Manningin á Kjósini

 

Toftan - Bakborð

 

Ranja Maria Tórfinnsdóttir

 

Toftan - Styriborð

 

Rúna Mikkelsen

 

Rúmið - Bakborð

 

Sonja Jákupsdóttir Klein

 

Rúmið - Styriborð

 

Nanna Schiller Jóannisdóttir

 

Lærið - Bakborð

 

Eva Schiller Jóannisdóttir

 

Lærið - Styriborð

 

Sarita Kristina Hansen

 

Róðursmaður/-kvinna

 

Barbara Guðrunardóttir Højsted