Kom og byggi Føroyar upp

Eg bjóði meg á fyrsta sinnið fram, at umboða Føroyar á Fólkatingi, og stilli upp fyri Tjóðveldi.

 

Tað er ikki av tí orsøk, at eg haldi, at vit eiga at hava fólkatingsval í Føroyum og harvið senda eitt umboð niður á danating. Og als ikki tí at eg kundi hugsað mær at havt eina ávirkan á, hvussu politikkur verður førdur í Danmark. Men tað er av tí einføldu orsøk, at eg síggi og hoyri, hvussu fólkatingssessirnir verða (miss)nýttir til at taka ábyrgdina frá føroyskum politikki og avgerðum.

 

Føroyar er okkara land – og harvið eisini okkara ábyrgd. Ábyrgdin liggur tí hjá okkum, Føroya fólki eina. Megin at lyfta okkara tjóð framá býr í Føroyum, ikki í Danmark.

 

Avgerðir flúgva yvir høvdið á okkum hvønn dag, sum hava stóran týdning fyri okkara land, okkara samfelag og okkara gerandisdag, uttan at vit fáa møguleikan at taka lut í at mynda hesar avgerðir. Avgerðir, ið onnur taka uttanum okkum, og sum vit fáa fráboðað frá øðrum, tá ið tær eru tiknar. Vit síggja tað bara knappliga henda rundanum okkum – uttan at vit eru hoyrd, spurd ella hava samtykt tað á Føroya Løgtingi.

 

Soleiðis byggja vit onki upp. Tað ger okkum bara fátækari og ótryggari.

 

Vit hava ikki veruligt fólkaræði, fyrrenn allar avgerðir, ið hava við Føroyar at gera, verða tiknar og viðgjørdar í Føroyum.

 

Eg velji tí at stilla upp og stríðast fyri føroyskum tjóðskaparmálum, fyri egnari ábyrgd og fyri Føroya fólkið fyrst.

 

Vit kunnu skapa framburð og menning og góð viðurskifti við Danmark, men einans um vit gerast javnsett lond. Um vit taka ábyrgd av egnum landi og fólki í Føroyum. Ikki við at leggja okkum niður og eyðmýkja okkum sjálv.

 

Endamálið hjá okkum øllum eigur at vera egið veldið av egnari tjóð – Tjóðveldi!

 

Tað snýr hetta valið seg um: Kom og byggið Føroyar upp og viðgerið hvat vit vilja gera og standa fyri sum tjóð.

 

Tað snýr seg um hugsjónir og virðir – ikki um einstaklingar, ið siga seg duga betur enn onnur at lirka pengar frá øðrum og verja avgerðirnar hjá einum øðrum landi.

 

Latið okkum standa saman og halda fram við ábyrgd, álit og áræði – og saman skapa eina enn betri og sjálvbjargnari Føroyar fyri øll.

 

Hetta snýr greiða valskráin hjá Tjóðveldi seg um: Altíð til arbeiðis fyri Føroyar.

 

Ásla Leila B. Johansen,

 

valevni til fólkatingið,

 

Tjóðveldi