Kommuna bjóðar røkt og grassláing út alment

- Arbeiðini verða boðin út alment, sum trý arbeiðir, ið ikki eru tengd at hvørjum øðrum, siga tey í Sunda kommunu

Sunda kommuna bjóðar nú út arbeiðini at røkja og sláa gras í kirkjugørðum, við minnisvarðar, á fríøkjum og í barnagørðum og annars at týna skøru í kommununi.

 

Kommunan hevur sjey kirkjugarðar, tríggjar minnisvarðar, tríggjar barnagarðar og fleiri fríøkir í ymisku bygdunum í kommununi.

 

- Arbeiðini verða boðin út alment, sum trý arbeiðir, ið ikki eru tengd at hvørjum øðrum.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at tað ber til at bjóða upp á eitt ella fleiri av hesum. Tilboðini skulu haldast at skild og skulu latast inn hvør sær í egnum brævbjálva.

 

Arbeiðini eru fylgjandi:

 

a. Røkt og grassláing av kirkjugørðum og við minnisvarðar í Sunda kommunu í 2025.

 

b. Røkt og grassláing av fríøkjum við dagstovnar og á tekjum í Sunda kommunu í 2025.

 

c. Týning av skøru í Sunda kommunu í 2025.

 

- Áhugaðir arbeiðstakarar kunnu venda sær til sunda@sunda.fo fyri nærri kunning og fáa útbjóðingartilfari sendandi.

 

Seinasta freist at bjóða upp á hesi arbeiði er hin 10. februar klokkan 12. Tey bjóðandi eru vælkomin at vera til staðar, tá brævbjálvarnir verða latnir upp.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at kommunan tilskilar sær rætt til at vraka tilboðini, um nøktandi prísur ella tilfar ikki fyriliggur.