Kommunulækni fær 425.000 krónur í løn um mánaðin

Tann ringast lønti kommunulæknin í Føroyum fær »bara« 117.000 krónur í løn um mánaðin

 

Tað vísir frágreiðing, sum Landsgrannskoðarin hevur latið Løgtinginum um kommunulæknaskipanina.

 

Í frágreiðingini síggjast samsýningarnar í 2021 til teir 21 kommunulæknarnar, sum vóru í føstum starvi alt árið.

 

– Vit hava ikki tikið samsýningarnar til læknar, sum eru farnir úr starvi ella eru settir í árinum, við í hetta yvirlitið. Í myndini er hvør lækni eyðmerktur við einum nummari, skrivar Landsgrannskoðarin í frágreiðingini.

 

Inntøkan er sett saman av:

 

  •  Grundløn, sum er føst mánaðarløn.
  •  Basisgjald, sum er fast gjald pr. borgara, ið hoyrir til viðtaluna.
  •  Dagtíð, sum er føst upphædd pr. viðtalu og fyri veitingar í dagtíð.
  •  Vaktargjald, sum er gjald pr. tíma, sum læknin hevur verið á vakt.
  •  Vakt (veiting): føst upphædd pr. viðtalu og fyri veitingar í vaktartíð.
  •  Heilsukanningar og fyribyrging: fast gjald pr. viðtalu.
  •  Koppseting: fast gjald pr. viðtalu.

 

 Aðrar inntøkur.

 

##med2##

 

Myndin vísir, at stórur munur er á samlaðu inntøkunum hjá einstøku læknunum. Hægsta inntøka í 2021 var um 5,1 mió.kr., og lægsta inntøkan var um 1,4 mió.kr. Tað merkir, at hægst lønti kommunulæknin hevur eina mánaðarløn upp á 425.000 krónur, meðan tann lægst lønti hevur eina mánaðarinntøku upp á 117.000 krónur – ella at eingin kommunulækni í Føroyum í dag hevur eina inntøku undir umleið 120.000 krónur um mánaðin.

 

Miðalsamsýningin til teir 21 læknarnar var 2,2 mió.kr. Samansetingin av samsýningunum er eisini rættiliga ymisk. Grundløn og basisgjald eru rættiliga javnt býtt, meðan støddin á øðrum inntøkusløgum er ymisk. Av teimum størstu samsýningunum er lutfalsliga stórur partur fyri vaktir.

 

Í talvuni niðanfyri sæst samsýningin til kommunulæknar, býtt í interval:

 

##med3##

 

Flestu læknarnir vinna millum 1,5 og 2 milliónir krónur um árið.

 

Samsýningarnar til 11 læknarnar var ímillum 1,5 og 2 milliónir krónur í 2021, meðan hon til 7 læknar lá ímillum 2 og 3 milliónir krónur. Tríggir læknar fingu yvir 3 milliónir krónur hvør.

 

Frágreiðingin hjá Landsgrannskoðaranum kann lesast her: lg.fo/upload/tinymce/960b2c96d66fbfd0433caf1098d9464db339921c.pdf