Kommunurnar skulu hava part av tøkugjaldinum

Tøkugjaldið í alivinnuni skal skrúvast upp og breiðast út.

 

Í vár vóru laksaprísirnir á heimsmarknaðinum óvanliga góðir, og alivinnan kundi tá væl rindað meira í felagskassan fyri rættindini at ala á føroysku firðunum. Eisini meira enn samgonguflokkarnir løgdu upp til í sínum uppskoti í heyst.

 

Kommunurnar, sum hava aling í sínum øki, vóru aftur forsømdar í tí uppskotinum. Tær eiga eisini at fáa ein rættvísan part av tøkugjaldinum. Kommunur leggja firðir og undirstøðukervið til vaksandi alivinnuna og hava beinleiðis útreiðslur av tí.

 

Partafelagsskatturin í Føroyum er 18 prosent. Kommunur fáa sum er 30 prosent av partafelagsskattinum, meðan landið fær hini 70 prosentini. Økt tøkugjald kann hava við sær, at úrslitini hjá alifyritøkunum fer at minka, sum elvir til, at minni verður rindað í partafelagsskatti í kommunukassarnar, meðan landið fær meira í sín kassa við tøkugjaldi.

 

Alifyritøkurnar eiga sín lut í góðu búskaparligu gongdini í Føroyum seinastu árini, men skulu sjálvsagt rinda ein rættvísan part fyri nýtslu av alirættindum. Eitt gjald, sum svarar til marknaðarvirðið. Tøkugjaldið eigur kortini at vera tikið inn við størri skili. Tað kann vera freistandi at skrúva upp og fara eftir pengunum í vinnuni í evstu løtu stutt fyri jól, tá ið hol skulu tettast í fíggjarlógini fyri næsta ár. Tað er ikki ein virðiligur arbeiðsháttur, tí alifyritøkurnar eiga at vita í góðari tíð, hvat tær hava at fyrihalda seg til.

 

Pengar úr alivinnuni skulu heldur ikki fyrilitarleyst fara til rakstur landskassans. Ein partur eigur at fara í búskapargrunn, sum so verður javnað út yvir nøkur ár. Av tí sama kunnu og skulu øll vallyfti ikki fíggjast við einum hægri tøkugjaldi. Tann parturin krevur sannliga eisini aðrar raðfestingar og effektiviseringar.

 

Uni Holm Johannesen,

 

løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin