Korndalsbýlið hevur fingið nýggjan leiðara

Tórgerð Jallgrímsdóttir verður nýggjur deildarleiðari fyri Korndalsbýlið á Eiði og heimtænastuna í bygdunum á Eysturoynni, sum eru partur av VEKS-samstarvinum.

Tórgerð Jallgrímsdóttir er sett í starv sum deildarleiðari fyri Korndalsbýlið á Eiði og fyri heimatænastuna í bygdunum í Eysturoy, sum hoyra undir VEKS-samstarvið.

 

Hon byrjar í starvinum mikudagin hin 1. november.

 

Tórgerð er 40 ára gomul og býr á Eiði. Hon hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, umframt aðrar viðkomandi útbúgvingar.

 

Hon hevur starvast í heilsuverkinum síðan í 2005, seinastu nógvu árini á Landssjúkrahúsinum.

 

- Eg havi góðar førleikar at vísa á, so tit fáa ein nærlagdan starvsfelaga, ið gongur sera høgt upp í sítt arbeiði, sigur Tórgerð Jallgrímsdóttir í sínari umsókn.

 

VEKS-samstarvið ynskir nýggja leiðaranum á Korndalsbýlinum vælkomnari í starvið.