Korona aftur í Føroyum: Vænta ikki at fleiri eru smittað

Nú verður bíðað eftir úrslitinum á eini nýggjari roynd, áðrenn fleiri tiltøk verða sett í verk

– Vit vænta ikki, at persónurin, sum fekk staðfest korona á flogvøllinum í Vágum í gjár, hevur smittað onnur. Tað sigur Lars Møller, landslækni.

Sum hann boðaði frá í áðni, er ein koronatilburður staðfestur aftur í Føroyum, og tað er tann fyrsti síðani 22. apríl.

Talan er um ein persón, sum kom við flogfari í gjár, men landslæknin vil ikki siga um talan er um ein føroying, ella um eitt útlendskt ferðafólk.

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/ein-korona-tulburdur-afturat-stadfestur-i-foeroyum/Les meiri her: Ein koronatilburður afturat staðfestur í Føroyum

Men hann sigur, at tilburðurin í gjár sá rættiliga friðarligur út og fyribils halda tey ikki, at tað er neyðugt at kanna tey, hann hevur ferðast saman við, ella verið saman við annars.

Tey, sum fáa staðfest smittuna, fáa eisini tilboð um taka eina roynd, at vita um tey hava andevni ímóti korona í sær. Hava tey tað, er talan um eina gamla smittu, sum ikki smittar onnur, sigur landslæknin.

Og hann sigur, at í hesum føri er útgangsstøðið, at tað er hetta, talan er um og tí væntar hann eisini, at tað er fult tamarhald á støðuni.

Men hevur viðkomandi ikki andevni í sær, er talan um eina virkna smittu, og so verður málið tikið upp aftur í sambandi við smittusporing o.s.fr.