Korona: Sjey færri tilburðir í gjár

Landslæknin hevur tosað við øll tey, sum eru smittað

Í gjár vóru 32 nýggir tilburðir av koronu, staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin sigur, at hann hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. Sostatt. eru sjey tilburðir færri í gjár enn tað vóru í fyrradagin, tá ið teir vóru 39 í tali.

 

Í gjár vórðu 2.329 kanningar gjørdar á kanningarstøðunum kring landið. Í løtuni eru 380 smittað, sjey fólk eru løgd inn á sjúkrahús, og 13fólk eru nú deyð við koronu í Føroyum.