Korona: Tað sær út til at vøksturin er tálmaður

– Vónandi fara smittutølini at minka áðrenn langt um líður, sigur yvirlækni

Tað sær út til, at vøksturin er tálmaður, tí tað hesar seinastu dagarnar eru ikki líka nógv smittað við korona, sum tað vóru fyri nøkrum døgum síðani.

– Pílurin vísir ikki so nógv upp eftir, sum hann hevur gjørt, men vit vilja helst hava hann at ganga niðureftir aftur, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni, í tíðindunum á FM1 nú seinnapartin.

Í fyrradagin vóru 14 fólk smittað við korona og í gjár var smittan staðfest hjá 12 fólkum – men hartil er at siga, at allar royndirnar eru ikki greinaðar enn.

Í løtuni eru næstan 1200 fólk í sóttarhaldi og yvirlæknin væntar, at nøkur av teimum eru eisini smittað.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu yvirlæknin metti støðuna nú seinnapartin.