Korona: Vit kunnu ikki halda fram á hendan hátt

Christian Andreasen vil hava landstýri at reagera – og tað skal vera nú

Tað er vandi fyri korona aftur fer at gera um seg í Føroyum, og tí má landsstýrið reagera. Tað segði Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, táð Løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.

Og hann legði dent á, at hann vildi hava Landsstýrið at reagera sum skjótast. Og tað, hann meinti við, er, at Landsstýrið má útvega sær lógarheimild til at seta tiltøk í verk, so at vit kunnu forða fyri, at smittan aftur fer at breiða seg.

Hann segði, at tað kann gerast við at yvirtaka lóggávuvaldið á smittuøkinum.

– Tað kostar okkum ikki eina krónu, tí vit rinda longu sjálvi allar útreiðslur. Og tá er sjálvsagt, at tá ið vit gjalda eiga vit eisini at valda, segði hann.

Hann heldur ikki, at vit kunnu halda fram við verandi mannagongd, har alt byggir á tilmæli og álit, men har vit eingi krøv setat til, hvussu vit skulu bera okkum at.

– Vit kunnu stýra eini kreppu, sum hesari uttan at hava ta neyðugu lóggávuna at stýra við, sigur Christian Andreasen.

– Tað er eisini sjón fyri søgn, at tað hevur gingið alsamt verri at fáa fólk at virða tilmælini frá myndugleikunum, helt Christian Andreasen.

Men Løgmaður stóð fast við, at mannagongdin við at vísa álit og at geva fólki tilmæli, hevur roynst væl higartil.

Hann ásannar kortini, at hesa seinastu tíðina hava nógvir føroyingar liva sum um at korona-kreppan var av, men tað er hon so ikki.

Og nú hava vit so fingið prógv fyri, at kreppan er ikki av, nú 16 føroyingar eru smittaðir upp á tveir dagar.

Løgmaður ásannaði kortini, at spurningurin er um hendan mannagongdin fer at roynast líka væl, skuldi tað hent at smittan av álvara tekur seg upp aftur.

– Men eg haldi framvegis, at tað er ikki serliga sámuligt at brúka makt ímóti fólki og at forða fólki at vera saman við lóg, ella at halda frástøðu við lóg. Tí ætli eg framvegis, so leingi tað ber til, at vera tilmælandi á tí økinum, segði løgmaður.

Nú er so greitt, at hesin spurningurin er vorðin serstakliga aktuellur aftur, nú fleiri fólk eru smittað. Landsstýrið fer at viðgera støðuna í dag og seinni í dag er so ætlanin at hava tíðindafund um koronu.