Korona: Vit mugu gera meiri fyri at upplýsa útlendingar

– Vit hava havt rættiliga stórt frælsi ímeðan tað mesta av Evropa hevur verið sum eitt fongsul, sigur Pál Weihe

Vit mugu gera meiri fyri at upplýsa útlendingar um tey tilmæli, vit hava í samband við Koronu. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari hjá myndugleikunum í koronu.

Tað sigur hann, nú tað hevur elvt til øsing í Føroyum, at eitt ferðalag upp á eini fimm fólk, kom úr Danmark fríggjadagin, og fóru beint býin, her tey hava ballast alt vikuskiftið, uttan, upp á nakran máta, at virða tilmælini um koronu.

Pál Weihe skilur væl at útlendingar hava hug at koma hendavegin, tí her hava vit liva rættiliga frælst, samstundis sum at tað mesta av Evropu hevur verið sum eitt fangahús.

Men hann heldur, at vit eiga at gera meiri burtur úr at uplýsa útlendingar um, hvussu teir eiga at bera seg at, tá ið teir koma til Føroya, og bæði áðrenn teir koma, og tá ið teir koma – og eftir at teir eru komnir.

Trýst á pílin undir myndina og hoyr, hvussu Pál Weihe metur um støðuna.