Í morgin, leygardagin 3. mai, verður stór kórstevna í Vestmanna, og hetta fer væntandi at geva økta ferðslu í bygdini.
Hesum boða tey í Vestmanna kommunu frá í dag.
Tað er Vestmanna Sangkór, sum skipar fyri stevnuni í ár, har heili 17 kór úr øllum landinum fara at luttaka.
Eitt manskór úr Vestmannaoyggjunum í Íslandi verður eisini við.
- Konsertin við ymisku kórunum og felagskórinum verður í Ítróttahøllini í Vestmanna leygardagin klokkan 16.
Í Vestmanna vænta tey, at tað serliga verður um hetta mundið, at roknast kann við nógvum bilum við høllina og skúlan.
- Konsertin er almenn og atgongumerki kunnu keypast við dyrnar ella á www.atgongumerki.fo verður lagt aftrat.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/korstevna-verdur-i-vestmanna-um-vikuskifti
##med2##