Í síðstu viku boðaði altjóða ratingfyritøkan, Moody’s, frá, at Føroyar varðveita sítt góða kredittvirði á triðovasta stigi á ratinglistanum hjá Moody’s við ratingini Aa2. Her eru vit í bólki við eitt nú Fraklandi á ratinglistanum, sum hevur ein 21 stig.
Moody’s staðfestir eisini, at tað er ein styrki fyri føroyska kredittvirðið, at vit eru partur av ríkisfelagsskapinum. Danmark hevur hægstu ratingina frá Moody’s, sum er Aaa, eins og aðrar ratingfyritøkur eisini geva Danmark bestu ratingina. Tað er ein sannroynd, at Føroyar í fleiri umførum hava havt fyrimun av tilknýtinum til danska statin ígjøgnum ríkisfelagsskapin, tá talan hevur verið um at fáa fígging uttanlands.
Bæði á samferðsluøkinum og á orkuøkinum hevur tað eydnast at fáa lagalig lán til stórar byggiverkætlanir á altjóða lánimarknaðinum, tí Føroyar eru partur av ríkisfelagsskapinum. Landskassin hevur somuleiðis fingið lán við lagaligari rentu, tí vit eru partur av einum størri felagsskapi - ríkisfelagsskapinum. Og henda góða støðan hevur eisini við sær, at vanligi føroyingurin og føroysku húsarhaldini fáa eitt lagaligari rentustøði á einum tryggum búskaparligum grundarlagi.
Hetta er sjálvandi ein støða, vit skulu halda fast um. Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið gongur fult og heilt inn fyri ríkisfelagsskapinum, sum skal styrkjast og mennast - okkum øllum at gagni.
Sambandsflokkurin heldur tryggu kósina.
Vel Sambandsflokkin á fólkatingsvalinum 31. oktober.
Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum