Kreppufundur í HB í morgin

Betri deildin menn: Formaðurin í HB váttar, at tað verður ein fundur um støðuna í felagnum

Mynd: (HB.fo) Ransin N. Djurhuus, formaður, Finn Jensen, kassameistari, Jóannes Mouritsen, skrivari, Símun Samuelsen, nevndarlimur, Lars Müller, næstformaður

Ransin N. Djurhuus, formaður í HB, váttar at tað verður ein fundur um støðuna í felagnum, eftir at hjálparvenjarin, Jákup Martin Joensen, og málmansvenjarin, Magnus Emil Poulsen, eru givnir. Tað ljóðar eisini, at “Hegga” Samuelsen er givin sum venjari hjá 1. deild.

 

- Tað er rætt, at vit fara at hava ein fund um støðuna. Dalibor Savic kemur til landið í næstum og so tosa vit saman, sigur Ransin N. Djurhuus við in.fo.

 

Hann vil ikki komin inn á, um fundurin hevur nakran týdning fyri framtíðina hjá høvðusvenjaranum í felagnum. Dalibor Savic hevur verið burturstaddur seinastu dagarnar, meðan tað hevur verið landsliðssteðgur.

 

In.fo skrivaði í gjár, at bæði Jákup Martin Joensen og Magnus Emil Poulsen eru givnir í venjaratoyminum hjá HB. HB skal mánakvøldið spæla móti B36 í landskappingini.

 

Mynd: (HB.fo) Ransin N. Djurhuus, formaður, Finn Jensen, kassameistari, Jóannes Mouritsen, skrivari, Símun Samuelsen, nevndarlimur, Lars Müller, næstformaður