Fuglafjarðar kommuna er nú komin við einari áheitan á sínar bogarar um at vísa atlit, tá kynt verður upp í peisum og brenniovnum.
- Tað er serliga umráðand, at hugsað verður um tilfarið, sum kynt verður upp við - at hetta er reint og turt og ikki luktar ella á annan hátt kann vera til ampa fyri onnur.
Í endanum av sínari áheitan vísir Fuglafjarðar kommuna til eina vegleiðing um brenning, sum Umhvørvisstovan hevur á sínari heimasíðu.