Tinganest hevur síðani áttatiárini skrivað og sungið sangir fyri føroyingum.
Teirra gløggu eygleiðingar, skeivu vinklar, vælsitandi tekstir og fangandi løg hava givið bólkinum eina heilt serliga støðu í føroyskum tónleiki. Verður tað lagt saman við serstaka vágasoundinum, ber til at siga, at eingin bólkur í heiminum er sum Tinganest.
Jóan Jakku Guttesen, Magnus á Stongum, Holgar Jacobsen og Finnur J. Jacobsen manna Tinganest, og teir eru framúr á palli.
Nú koma teir aftur á Summar Festivalin at spæla sangir sum "Vágagellan", "Annan sang", "Síðsti dansur", "Upp á tá" og aðrar.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august.
##med2##