Leysur hundur beit bæði annan hund og eigaran

Hundurin, sum leyp á, fór aftur til eigaran, sum sambært løgregluni eisini var á leiðini, men gav seg ikki til kennar.

 

Um 17-tíðina í gjár fór ein hending fram á vøllinum við Eysturskúlan í Havn, har fólk plaga at ganga túrar.

 

Tað var ein leysur hundur, sum leyp á og beit hundin hjá einum øðrum hundaeigara, sum eisini gekk sær eftir vøllinum hesa løtu.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tá eigarin av hundinum, sum varð álopin, royndi at fáa leysa hundin burtur, varð eigarin eisini bitin.

 

- Hundaeigarin, sum varð bitin, fekk ikki nøkur serlig mein, men okkurt kom uppá klæðini hjá viðkomandi, sigur vaktleiðarin.

 

Eftir álopið fór leysi hundurin aftur til eigaran, sum sambært løgregluni eisini var um hesar leiðir, men gav seg ikki til kennar.

 

Løgreglan sigur, at eigarin av hundinum, sum gekk leysur og beit, fær eina bót.

 

- Hevur hundurin bitið fólk áður, kann løgreglan krevja, at hundurin verður avlívaður, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.