Liðið hjá Hera misti sigurin móti dystarenda

Strømmen er átta stig frá øðrum plássinum, ið gevur rætt til at spæla um uppflyting

Heri Hjalt Mohr roynir at koma fyri seg aftaná drúgva skaðafráveru.

 

Í dag tók lið hansara, Strømmen móti Grorud á heimavølli í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tá Heri kom á vøllin í 87. minutti var Strømmen á sigurskós og var á odda 2-1, men heilt móti endanum megnaði Grorud at javna til 2-2, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.

 

Strømmen er nummar seks í deildini við 31 stigum fyri 19 dystir. Strømmen hevur 11 stig upp til oddaliðið, Skeid Oslo og átta stig upp til nummar tvey, Tromsdalen sum hevur 39 stig. Tí hevði ein sigur gjørt góðan mun hjá Strømmen í dag. 

 

Nummar eitt flytur beinleiðis upp í næstbestu deildina, meðan nummar tvey spælir dystir um uppflyting.

 

Komandi leygardag klokkan 12 spælir Strømmen móti Strindheim á útivølli.