Lívið í Føroyum gjørdist ein marra – her er hon nú

Dreymurin um eitt gott lív í Føroyum gjørdist ein marra, men tað endaði væl

 Á myndini síggjast Claus Rasmussen, stovnsleiðari, Valkíria Lucia Dos Santos, í miðjuni, og Laila Rólantsson

Seinast í januar hevði Dagur & Vika tíðindi um Valkiria Lucia úr Sao Paulo úr Brasil, sum kom til Føroya at arbeiða síðsta summar.

 

Her fekk hon bæði bústað og arbeiði.  Valkiria, sum vanliga verður nevnd Val, hevði annars gott alment arbeiði í Brasil, men setti alt í váða fyri at koma til Føroya við útliti til eina góða inntøku, segði hon tá.

 

Uppihaldsloyvið, og arbeiðsloyvið, var galdandi í eitt ár, og tí væntaði hon, at hon var fullkomiliga trygg í eitt ár. Men so varð ikki. Hóast hon fekk ein sáttmála, varð hon, saman við fleiri øðrum, uppsøgd í ótíð.

 

Hini fingu onnur arbeiði í fyritøkuni, men hon stóð á berajólum og kom øgiliga illa fyri. Í Degi & Viku minti hon á, at útlendingar, sum koma higar, eisini hava kenslur og eru ikki robottar, men eiga at vera viðfarnir við virðing.

 

Tey koma her við stórum dreymum, og tá støðan kann broytast á henda hátt, so kann dreymurin gerast ein marra. Og hjá henni bleiv dreymurin til eina marru.

Í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini høvdu tey tosað um at fáa fatur á eini køkshjálp, sum eisini kundi rætta eina hond sum hjálparfólk. Har er stórur ídnaðarkøkur, sum ger millummála til yvir 100 børn hvønn dag, umframt ymsan bakstur.

– Eg sá Valkíriu í Degi og Viku og hugsaði beinaveg, at tað hevði verið deiligt, at kunna hjálpy henni, sigur Laila Rólantsson, sum er umboð fyri starvsfólkini í Frítíðarskúlanum, í tíðindaskrivi í dag.

Hon sigur, at søgan var syrgilig, og at hon tískil spurdu tey hava um hon var áhugað í at fáa arbeiði.

 

Hon sigur, at Claus Rasmussen, leiðari á stovninum, tók undir við hesum. Tað var nógv pappírsarbeiði at fáa frá hondini og bíðitíðin var long.

 

Men at enda fekk hon játtandi svar frá Danish Agency for International recruitment and integration, um, at hon kundi fáa nýggjan arbeiðsgevara. Sostatt kundi Val fara til arbeiðis í frítíðarskúlanum.

 

Og sum myndirnar vísa, so er hon longu farin í gongd. Á myndini hevur hon akkurát gjørt millummála til børnini.

 

 

 Á myndini síggjast Claus Rasmussen, stovnsleiðari, Valkíria Lucia Dos Santos, í miðjuni, og Laila Rólantsson