Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við Sosialin í dag.
– Vit hava fleiri avbjóðingar við haldføri í føroyska samfelagnum, so tað kemur ikki upp á tal, at vit fara at geva landsstýrisfólki ráðharrabilar og soleiðis brúka meira pengar upp á landsstýrisfólk. Tað er púra óneyðugt, at landskassin skal hava so stórar útreiðslur av at flyta løgmann og landsstýrisfólk aftur og fram.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá Sosialurin spyr hann, um hann fer at gera eftir tilmæliønum frá bólkinum, sum ráðgevur løgmanni um løn- og eftirløn landsstýrismanna.
– Vit hava júst tikið av sera lukrativu pensjónina hjá løgtingsfólki, júst fyri at javnseta tingfólk við onnur fólk, og vit hava eisini sett aðalstjórar við setanarsáttmála heldur enn sum tænastumenn, har teir eisini høvdu ávís serrættindi, sum onnur ikki hava, og teir fáa heldur ikki tænastumannapensjón, men fáa 15 prosent í pensjónsgjaldi, sum flest onnur fólk, sigur hann.
Tað hevur verið soleiðis, at ein nevnd skal koma við einum áliti í hvørjum valskeiði um lønarviðurskifti bæði hjá landsstýrisfólki og hjá tingfólki. Men hendan lógin er broytt í ár soleiðis, at tað framyvir bara verður gjørt eftir áheitan.
Hetta er fjórðu ferð, at nevndin kemur við uppskotinum um ráðharrabilar til landsstýrisfólk. Og hetta er fjórðu ferð, at uppskotið verður vrakað.