Í sambandi við Umhvørvisvikuna 2025 fer burðardygdarmiðlarin og rithøvundurin Gittemarie Johansen at hava fyrilestrar um burðardygga lívsstílin, veðurlagskreppuna, og hvussu vit hvør í sínum lagi kunnu gera ein mun – uttan at drukna í máttloysi.
Byrjanin hjá Gittemarie
Fyri Gittemarie byrjaði nýggi lívsstílurin í 2015, tá hon fór frá impulskeypum, stórum búffum og reisum til eina lívsleið, har hon roynir at minka um hennara spor á umhvørvi. Sjálv sigur hon, at tað ikki var ein fullkomin byrjan, men tað týdningarmesta var at byrja.
Buðrardygd sum lívsleið
Síðani tá hevur Gittemarie miðlað hennara royndir og ráð til onnur, bæði á sosialum miðlum – har hon hevur yvir 190.000 fylgjarar – og í bókini Bæredygtig Badass, sum kom út í 2020. Hon livir eisini av at halda fyrilestrar, har hon viðgerð, hvussu vit kunnu seta okkum mál og broyta okkara gerandisdag – uttan at halda, at vit skulu vera fullkomin.
Hvat kunnu vit vænta á Umhvørvisvikuni?
Gittemarie fer at koma við hentum ráðum og greiða frá, hvussu burðardygd kann gerast ein partur av okkara gerandislívi – at hetta ikki er ógjørligt, men nakað vit megna við smáum broytingum. Eisini fer hon at tosa um, hvussu mótaídnaðurin og fyritøkur mangan royna at villleiða okkum við ‘green-washing’ til at keypa meira, og hvussu vit kunnu standa ímóti tí. Hon nevnir hetta ‘burðardygd uttan bullshit’, har hon roynir at vísa á veruliga loysnir, sum fólk kunnu nýta her og nú, uttan at kenna seg máttleys ella dømd. Tað snýr seg um at tora at byrja – við einum stigi í senn.
Við hesum fyrilestrum ber til at fáa íblástur, ráð og eina veruliga vón um at gera ein mun – uttan at missa hvørki stíl ella lívsgleði.
Sí nær og hvar, tú kanst hoyra hennara fyrilestrar í skránni yvir Umhvørvisvikuna á torshavn.fo her.