Løgtingið samtykt lóggávu um eftirgjørdan gitnað

– Greiðar ásetingar um rættindi og karmar. Lógin um eftirgjørdan gitnað skipar viðurskiftini í Føroyum viðvíkjandi viðgerð fyri barnloysi.

Í lógini eru greiðar ásetingar um rættindi og karmar fyri viðgerðina.

 

Hetta er fyrstu ferð viðgerð fyri barnloysi verður skipað við lóg í Føroyum. Nú fáa pør og stakar kvinnur, ið hava tørv á hjálp at gerast foreldur, lógartryggjaðan rætt til viðgerðina. Samstundis fær heilsuverkið greiðar karmar og ábyrgd at virka undir, og tað verður tryggjað, at viðgerðin verður veitt eftir lógarfestum reglum.

 

Millum annað er ásett í lógini, at viðgerðin fyri barnloysi verður framd í Sjúkrahúsverkinum eftir ávísum treytum – eitt nú fáa pør og stakar kvinnur rætt til viðgerð til tvey børn, og kvinnan skal ikki verða eldri enn 45 ár, tá viðgerðin byrjar.

 

Landsstýriskvinnan fegnast um, at eitt so týdningarmikið og persónligt øki nú er skipað í lóg, við greiðum rættindum og skyldum fyri bæði borgarar og heilsumyndugleikar.

 

– Tað hevur týdning, at vit sum samfelag tryggja javnbjóðis atgongd til viðgerð fyri barnloysi. Við hesari lóg geva vit fólki, sum ynskja at gerast foreldur, rættartrygd og greiðar karmar. Samstundis fáa okkara heilsustarvsfólk eitt greitt lógarverk at virka eftir – tað skapar tryggleika fyri øll, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum