Vandar, ið standast av samansettum hóttanum móti trygdini í Norðuratlantshavi, eru lýstir í einum nýggjum greiningarriti, sum Center for Militære Studier á Keypmannahavnar Universiteti hevur givið út í samstarvi við Universitetið í Grønlandi og Fróðskaparsetur Føroya.
Hetta skrivar gransking.fo.
Greiningarritið lýsir sjey økir, ið eru í øktum vanda orsakað av broyttu altjóða trygdarstøðuni í Norðuratlantshavi. Tey eru nettrygd, búskaparlig trygd, mattrygd, ávirkanarherferðir, samskiftisinfrakervi, fiskivinna og uttanríkispolitikkur.
Ógreitt ábyrgdarbýti
Greiningin vísir, at vandi serliga er fyri samansettum trygdarhóttanum á økjum, har ábyrgdarbýtið millum londini í Danska Kongaríkinum er ógreitt. Greiningarritið mælir til, at Kongaríkið leggur seg eftir at styrkja stýrisskipanirnar fyri at minka holini, ið samansettar hóttanir kunnu gagnnýta.
Greiningin staðfestir eisini, at tað verður alt torførari at skilja trygdar- og verjupolitiskar spurningar frá øðrum økjum, t.d. handli, vinnu, orku og samskifti. Mælt verður til, at Danska Kongaríkið eyðmerkir møgulig grásonu-øki og ger greiðar rammuavtalur um ábyrgdarbýti, avgerðartilgongd og samskipan.
Meira samstarv
Ein onnur týðandi niðurstøða í greiningini er, at tað hevði styrkt møguleikarnar hjá Danska Kongaríkinum fyri at menna tøkniligar og samfelagsliga haldførar loysnir í Norðuratlantshavi, um Danmark opið viðurkennir avbjóðingarnar, samstarvar við londini í økinum og byggir upp stýrisskipanir, sum í størri mun tekur tey við upp á ráð.
Greiningarritið um samansettar vandar fyri trygdini í Norðuratlantshavi er ment við fíggjarligum stuðli frá granskingarskránni um Uttanríkis-, Trygdar- og Verjupolitikk í Norðuratlantshavi – FASDiNA, sum Granskingarráðið umsitur.
Ritstjóri er Tobias Liebetrau, granskari á Center for Militære Studier. Aðrir rithøvundar eru Alexander Behrndtz, André K. Jakobsson, Jeppe T. Jacobsen, Laura Koksch, Merete Lindstrøm, Mette S. Abildgaard, Rasmus L. Nielsen og Robert Imre. Robert Imre er lektari á Deildini fyri Søgu og Samfelagsvísindi á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar gransking.fo.
Greiningarritið um samansettar vandar fyri trygdini í Norðuratlantshavi kann lesast her.