Løgtingsval, Fólkatingsval ella Kommunuval...vel Miðflokkin!

Í Klaksvík herjar okkara einmans-herður á: Petur Takamasa Asano. Hóast hetta er hansara fyrsta valstríð, so smæðist hann ikki burtur ímillum. Petur hevur gott innlit í ymsu kommunalu viðurskiftini. Hetta er sjón fyri søgn nú vit hava hoyrt hansara beinraknu røður til kjakini í Klaksvík.

 

Í Tórshavn eru ikki færri enn átta miðflokksvalevni at velja ímillum. Øll eru væl kvalifiseraði til at taka sætið í býráðnum í okkara høvuðsstaði. Mál og lyfti Miðflokksins kunnu lesast her: https://midflokkurin.fo/.../mal-og-lyfti-midfloksins-til...

 

Eg vil heita á allar miðflokksveljarar og føroyingar um at velja Miðflokkin til kommunuvalið.

 

 

 

Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður fyri Miðflokkin