Magne hevur bara tapt einaferð í Klaksvík

Ímóti B36, sum hann nú er á veg til Klaksvíkar við, var tað í fjør fleiri ferðir striltið hjá KÍ og Magna Hoseth

B36 er á veg til Klaksvíkar, har fyrsta bríksl á nýggja graslíkinum verður klokkan 18.30.

 

Hetta er fyrsta rættiliga styrkisroyndin hjá Magna Hoseth, síðani hann fyri stuttum tók við venjarastarvinum í B36. Higartil hevur tað vignast hampiliga væl. Magne Hoseth og B36 hava vunnið seg í finaluna í kappingini um løgmanssteypið, og í landskappingini er úrtøkan í fýra dystum tríggir sigrar og ein javnleikur.

 

Magne Hoseth var í fjør venjari í Klaksvík. Tá vunnu Magne Hoseth og KÍ í Klaksvík tíggju landskappingardystir, tveir endaðu javnir – 1-1 ímóti 07 Vestur og B68 – og í síðsta landskappingardystinum í Klaksvík í fjør endaði tað við 2-1 tapi ímóti Víkingi.

 

Og so var tað í Europa, at Magne Hoseth og KÍ vaktu ans. Á heimavøllinum í Klaksvík vóru úrslitini ímóti Ferencvaros og svenska BK Häcken málleysir javnleikir, áðrenn heimavøllurin varð fluttur á Tórsvøll.

 

B36 hevur ofta verið boysið hjá KÍ. Fyrr í ár endaði landskappingardysturin í Gundadali við 2-0 heimasigri, og í fjør var tað B36, sum í fyrsta umfari varpaði KÍ úr kappingini um løgmanssteypið. Tað var í Gundadali, har seinni landskappingardysturin endaði við málleysum javnleiki. Tann fyrra landskappingardystin í Gundadali vann KÍ 3-2, og tann í Klaksvík vann KÍ 2-1.

 

Felags fyri KÍ og B36 er, at tey spæla við knívinum á barkanum.

 

Hjá KÍ snýr tað seg um at halda tørn um bronsuplássið og at taka av, um møguleikin fyri at røkka longri upp enn so visir seg.

 

Hjá B36 snýr tað seg í fyrstu atløgu um at fáa fatur á fjórða plássinum, sum kann bera atgongd til europeiska luttøku næsta summar við sær.

 

Hjá KÍ eru Jákup N. Vilhelmsen og Latif Ahmed tøkir aftur eftir leikbann, og Deni Pavlovic er leikbannaður. René Shaki Joensen var ikki við í Runavík síðsta fríggjakvøld. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld. Jonn Johannesen og Jóhan Josephsen eru eisini skaddir.

 

Langtíðarskaddu spælararnir hava síðstu vikuna verið á vøllinum, men teir vera neyvan á listanum í kvøld. Her verður hugsað um Odmar Færø, Heina Vatnsdal, Hall Hansson og Mads Bo Mikkelsen. Jákup B. Andreasen verður ikki tøkur fyrr enn í heyst, um hann yvirhøvur verður førur fyri at spæla aftur í ár.

 

Hjá B36 eru Andrass Johansen og Eli Falkvard Nielsen langtíðarskaddir. Í 3-0 heimasigrinum ímóti Skála vóru verjuspælarin Vilmer Rønnberg, miðvallarin Jelle Van Der Heyden og álopsspælarin Zean Dalügge ikki á listanum.

 

KÍ – B36: Jákup Øssursson Mohr kl. 18.30.