Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Rúsevni og rúsevnismisnýtsla
Spurningar:
- Hvørji tilmæli úr Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum eru sett í verk?
- Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan fyri at gera nakað munagott fyri at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtsluni?
- Hvussu er støðan á viðgerðarøkinum?
Viðmerkingar:
Í 2022 fekk táverandi løgmaður handaða Heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum árini 2022 til 2028.
Heildarætlanin innihelt 58 tilmæli, hvussu farast skal fram næstu árini.
Tilmælini eru ein fjølbroytt vifta av átøkum, sum øll hava til endamáls at viðvirka til at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtsluni í Føroyum.
Tilmælini eru bólkað soleiðis, at týðiliga sæst, hvør hevur ábyrgd av at fremja hvørt einstakt tilmæli; mettur kostnaður er eisini ásettur fyri hvørt einstakt tilmæli, og somuleiðis er tíðarætlan sett fyri hvørt einstakt tilmæli.
Tilmælini eru eisini sett upp í bólkar: Fyribyrging, trivnaður, foreldraleiklutur og foreldrasamstarv, tvørgeiraligt samstarv, viðgerð og eftirviðgerð, eftirlit og vitanargrundarlag – hagtøl, kanningar, skráseting og gransking.
Seinastu tíðina er aftur og aftur at hoyra, at trupulleikin við rúsevnum bara veksur og veksur í samfelagnum, og at fleiri og fleiri misnýtarar eru og eisini fleiri og fleiri rúsevni.
Ein sera, sera álvarslig støða og fyri at fáa betri ljós yvir støðuna og ætlan landsstýrissins á økinum verður hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni.
Á Løgtingi, 20. februar 2025
Magnus Rasmussen